Uttanlands

Trump fyrsti forseti ið lutekur í gonguni fyri lívi

Stóra árliga gongan, March for Life, er ímóti fosturtøku. Hon er á skránni í dag í Washington

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-24 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør luttók varaforsetin Mike Pence, og Donald Trump tosaði til fjøldina umvegis video. Í ár verður 73-ára gamli forsetin so til staðar, tá gongan verður á 47. ári.

Tað verður væntað, at yvir 100.000 fólk fara at luttaka.  Heitið í ár er "Life Empowers: Pro-Life is Pro-Woman", og gongan endar við Hægsta Rætt í høvuðsstaðnum, skrivar CNN.

Í 2003 sendi George W. Bush eini boð til fjøldina, men Trump verður fyrsti forsetin, sum luttekur til sjálva gonguna, har hann eisini fer at halda eina røðu. Hetta fegnast Jeanne Mancini, forkvinna í March of Life, um: 

- Tað er ein sera stórur heiður fyri okkum, at Donald Trump verður við. Vit fegnast um, at hann sleppur at síggja hvussu gløðandi tey, ið eru við, eru fyri lívi og tað at verja tað ófødda barnið.

Hetta kom fram í tíðindaskrivi hjá March for Life í vikuni, ið bert hevur rósandi orð um, hvussu Trump og hansara stjórn hava stuðla felagskapinum, og handfarið mál um fosturtøku. Í hansara stjórnartíð eru fleiri stig tikin fyri, at tað skal vera truplari at fáa fosturtøku í USA - serliga tá langt er fráliðið.

Í løtuni koyrir eitt ríkisrættarmál móti Donald Trump í senatinum. Í kvøld halda Demokratarnir fram við at seta sínar ákærur fram í málinum. 

 
.
placeholder
placeholder