Mentan

Málini í útnorði til viðgerðar á ráðstevnu í Havn

Útnorðurráðið bjóðar til almenna ráðstevnu í Norðurlandahúsinum mikudagin

2020-01-24 17:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í komandi viku skipar Útnorðurráðið fyri málráðstevnu í Norðurlandahúsinum í Havn.

Á ráðstevnuni fara rithøvundar, granskarar og politikarar í útnorði at kjakast um styrkir og avbjóðingar hjá málunum í útnorði.

Ókeypis atgongd er til ráðstevnuna, sum øll kunnu luttaka í – neyðugt er tó við tilmelding á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

Møgleikin verður eisini hjá øðrum at fylgja við, hvat ført verður fram á ráðstevnuni, tí hon verður stroymd á hesi leinkju

Á ráðstevnuni verður eisini kunngjørt hvørjar bøkur eru innstillaðar at finna barna- og ungdómsbókmentavirðislønina, sum Útnorðurráðið letur annað hvørt ár.

Vinnarin av virðislønini verður avdúkaður í november mánaði í sambandi við ársfundin hjá Útnorðurráðnum. Í 2018 vann Bárður Oskarsson barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá Útnorðurráðnum fyri bókina ”Træið”.

Í sambandi við ráðstevnuna hevur Útnorðurráðið framleitt nakrar stuttar filmar um støðuna hjá málunum í útnorði. Anna Malan Jógvansdóttir eigur føroyska íkastið:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder