Uttanlands

Spania: Ódnin Gloria hevur nú kravt 13 mannalív

Gloria er mett at vera ringasta vetraródnin, sum landið hevur sæð í 40 ár

Barcelona (Mynd: EPA)

Barcelona (Mynd: EPA)

2020-01-24 18:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hevur vetraródnin í Landnyringsspania kravt í minsta lagi 13 mannalív, og fýra fólk eru saknað.

Ódnin Gloria hevur oyðilagt fleiri handlar og matstovur í strandarøkinum, og høgu aldurnar hava eisini oyðilagt fleiri brýr og strendur. Í støðum eru hvirlur máldar yvir 27 m/s, skrivar Ritzau.

Millum tey, ið hava latið lív er ein 77 ára gamal maður, sum doyði, tá eitt vakstrarhús rapaði niður á hann í Suðurspania, og ein maður, sum datt á sjógv í havnabýnum Palamos.

Gloria, ið rakti landið sunnudagin, verður mett at vera ringasta vetraródnin, sum Spania hevur upplivað í 40 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder