Tá amerikonsku Gammy-virðislønirnar vórðu handaðar í nátt, í ár fyri 62. ferð, var tað 18 ára gamla sangkvinnan, Billie Eilish, sum gjørdist stóri vinnarin.
Hon var tilnevnd í seks kategorium, og kundi hon at enda taka heilar fimm Grammy-virðislønir við sær heim.
Billie Eilish vann í øllum teimum stóru kategoriunum – "Besti nýggi artistur", "Ársins útgáva" fyri debutútgávuna "When We All Fall Asleep, Where Do We Go?", "Ársins sangur" og "Ársins upptøka" fyri lagið "Bad Guy". Eisini fekk hon eina heiðursløn fyri sína debutútgávu, sum vann í kategoriini "Besta pop útgáva".
Við hesum fimm Grammy-virðislønunum, skrivar 18 ára gamla sangkvinnan søgu. Hon er nevniliga tann fyrsta í 39 ár, sum hevur vunnið í fýra størstu kategorium sama kvøld.
Síðst hetta hendi var í 1981, tá sangarin Christopher Cross vann Grammy-virðislønir fyri "Ársins útgáva", "Ársins sangur", "Ársins upptøka" og "Besta nýggja navnið". Framm til í gjár var Christopher Cross eisini tann einasti, sum hevði megnað hetta.
Yvirlit yvir ársins Grammy-vinnarar sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald