Einsamallur um Atlantshavið í føroyskum báti

Video: Gongur væl at smíða bátin hjá Livari

Um eitt ár fer Livar Nysted at rógva einsamallur tvørtur um Atlantshavið - við føroyskum báti. Tað gongur væl at smíða bátin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-01-27 20:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bátabyggjarin Hanus Jensen smíðar bátin sum Livar Nysted skal rógva í einsamallur tvørtur um Atlantshavið.

Byrjað var í november, og nú tekur báturin so smátt skap. Ætlanin er í januar 2021 at rógva tvørtur um Atlantshav úr Kanariuoyggjum til Antigua í Karibiahavinum.

Túrurin tvørtur um Atlantshav tekur væntandi millum 70 og 100 samdøgur.

Livar Nysted hevur verið í Roskilde og vitjað Hanus Jensen. Sí upptøkuna omanfyri.

Les eisini: Um Atlantshav við lítlum yvirbygdum seksmannafari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder