Innanlands

Ansið eftir hálku í morgun

Svartakálk kann standast nú farið er at regna eftir kalda nátt

2020-01-28 06:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan ávarar bilførarar og fótgangarar um hálku í morgun.

Tað hevur fryst í nátt, og nú í morgun fór at sirma ella smáregna.

- Tað er óhugnaliga hált í morgun – í hvussu so er í Havnini, ljóða boðini frá vaktleiðaranum á løgreglustøðini beint fyri klokkan sjey.

Sambært heimasíðuni hjá landsverk liggur hitin beint omanfyri frostmarkið í løtuni, og ávarað verður eisini móti hálku.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder