Uttanlands

Jyllands-Posten háðar kinesiska fólkið

Stóra danska dagblaðið í nýggjari gølu orsaka av tekning

(Mynd: DR)

(Mynd: DR)

2020-01-28 10:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska blaðið Jyllands-Posten er aftur endað í eini støðu, har útlendsk áhugamál kenna seg illa viðvarin orsaka av eini tekning í blaðnum.

Hesaferð er tað Kina, sum krevur eina almenna umbering frá danska blaðnum fyri eina tekning.

Tað var í gjár, at blaðið prentaði eina tekning hjá Niels Bo Bojesen, sum vísir kinesiska flaggið har tær fimm gulu stjørnurnar eru skiftar út við tekningum av corona-virus.

Kinesiska sendistovan í Keypmannahavn skrivar í dag, at Jyllands-Posten og teknarin skulu viðganga sítt mistak og geva kinesiska fólkinum eina almenna umbering.

- Meðan kinesiska stjórnin og kinesiska fólkið ger alt fyri at stríðast móti hesum heilsuvandanum og altjóða samfelagið hevur vóst stóran stuðul, hevur Jyllands-Posten almannakunngjørt eina tekning, ið er ein háðan móti Kina og særir kenslurnar hjá kinesiska fólkinum, skrivar sendistovan.

- Uttan samhuga og innliving hava tey traðkað yvir minstamarkið fyri eitt siðmentað samfelag og etiska markið fyri framsøgufrælsið, og tað er háðan móti fólki, verður sagt.

Ábyrgdarblaðstjórin á Jyllands-Posten, Jacob Nybroe, vil ikki geva kinverjum eina umbering.

- Tey fáa onga umbering, tí vit halda ikki, at vit hava gjørt nakað galið. Eg haldi, at hetta fer at ganga yvir av sær sjálvum, tí ongar illviljaðar ætlanir eru í hesum.

- Vit hava gjørt eina tekning, sum brúkar kinesiska flaggið og coronavirusið fyri at at vísa eina hending, sum merkir heimin beint nú. Hetta er bara ein staðfesting, sigur Jacob Nybroe.

Virusið, ið stavar frá kinesiska býnum Wuhan, hevur higartil kostað 106 fólkum lívið í Kina. Harumframt eru yvir 4.500 fólk í øllum landinum staðfest at vera smittað.

Kinesisku myndugleikarnir hava roynt at avmarka smittuna við at steingja heilar býrir. Hetta hendir júst sum kinverjar halda nýggjár, tá milliónir av fólkum vanliga ferðast kring landið fyri at vitja familju.

Kinesiskir heilsumyndugleikarnir rokna við, at nógv fleiri enn 5.000 fólk bera virusið.

Smittan er eisini staðfest í øðrum londum. Tað snýr seg um Japan, Suðurkorea, Taivan, Theiland, Nepal, Vjetnam, Kanada, Saudiarabia, Singapore, USA, Frakland, Avstralia og Týskland.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder