Kina hevur í dag upplýst at coronavirusið higartil hevur kostað 170 mannalív, og umlrið 7700 eru smittaði.
Heimsheilsustovnurin WHO lýsir coronavirusið at vera ein altjóða heilsukreppu. Tað upplýsti stovnurin á tíðindafundi í kvøld, skriva útlendskir miðlar.
Tað, at sjúkan nú er farin at smitta millum persónar aðrastaðni enn í Kina, fær WHO at lýsa støðuna sum kreppu.
Í Kina heldur talið av deyðum orsaka av sjúkuni fram at vaksa.
Kinesiskir myndugleikar upplýsa í kvøld, at 38 afturat hava latið lív, og at samanlagt hava 170 latið lív av sjúkuni. Øll øki í landinum eru rakt av virusinum og fleiri enn 7700 fólk eur smittaði.
Í øðrum londum eru sambært WHO 82 smittaði í 18 londum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald