Innanlands

Prát um holocaust endaði við bardaga

Ósemja var millum eitt par og nakrir tannáringar í nátt, og løgreglan vil fegin hoyra frá vitnum í sambandi við hendingina

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-02-02 10:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan leitar eftir vitnum til eina hending, sum fór fram á Vaglinum í Havn í nátt uml. klokkan 2.15.

Talan var um eitt par – ein mann og eina kvinnu – sum vóru komin upp at klandrast við nakrar tannáringar. Ósemjan snúði seg um holocaust og antisemitismu.

Hetta endaði síðani við bardaga. Maðurin varð fyrst lagdur niður og síðani bæði sligin og sparkaður, og tá kvinnan royndi at leggja seg ímillum, varð eisini hon sligin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Ógreitt er, hvussu nógvir tannáringar talan var um, men íhvussusoer fleiri enn tveir, verður sagt.

Tannáringarnir rýmdu av staðnum, og hevur løgreglan enn ikki fingið fatur á teimum. Parið verður avhoyrt seinni í dag, og vil løgreglan eisini fegin hoyra frá vitnum í hesum sambandi.

Vaktleiðarin leggur afturat, at eingin fekk nakrar álvarsligan skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder