placeholder
Innanlands

Glenn Ståhl hevur vitjað borgarstjóran

Torbjørn Jacobsen tosaði við nýggja NSÍ-venjaran um fótbólt og politkk

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2020-02-05 07:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggi høvuðsvenjarin hjá NSÍ, sviin Glenn Ståhl, vitjaði í Ráðhúsinum eftir døgverða saman við Stig Davidsen og Poul Helga Jacobsen. Soleiðis skrivaði Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari í gjárkvøldið.

Í tveir tímar varð spjallað um fótbólt, politikk og samfelagsligar fyrimunir og avbjóðingar í Sviaríki og í Føroyum. Runavíkar kommuna skrivar, at tað er eingin ivi um, at Glenn stórtrívist í Runavík, og at hann fer at geva alt fyri at fáa góð úrslit í hesum kappingarárinum.

Kommunan skrivar soleiðis um høvuðsvenjaran hjá NSÍ:

- Glenn er 48 ára gamal og varð borin í heim hin 25. august 1971. Hann hevur drúgvar royndir sum leikari og fótbóltsvenjari - og síðani 2012 hevur hann havt UEFA PRO løggilding sum slíkur. Mong vita helst at hann vandi TB/FCS/Royn í 2018. Felagsliðið í Suðuroy gjørdist nummar sjey í kappingini tað árið og rakk eisini hálvfinalunum í steypakappingini.

.Annars hevur hann verið leikari í Östers IF, Husqvarna FF, HamKam og aftur í Husqvarna FF, áðrenn hann byrjaði eina yrkisleið sum venjari. Síðani hevur hann virkað sum slíkur og sum talentskóti fyri m.a. GIF Sundsvall.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder