Innanlands

Vestmanna kommuna hevur móttøku fyri Sarah Mahfoud

Føroyski heimsmeistarin í boksing kemur til Føroya í annaðkvøld, og í hesum sambandi verður móttøka í ítróttarhøllini í Vestmanna kl. 21.30

(Mynd: Ekstrabladet.dk)

(Mynd: Ekstrabladet.dk)

2020-02-05 17:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sarah Mahfoud, sum gjørdist heimsmeistari í boksing leygarkvøldið, kemur til Føroyar í annaðkvøld. Í hesum sambandi fer Vestmanna Kommuna at skipa fyri móttøku fyri Sarah.

Móttøkan verður í ítróttarhøllini hóskvøldið 6. februar kl. 21.30, beint aftan á hálvfinaludystin millum VÍF og Kyndil.

Vestmenningar eru ikki sørt ernir av, at Sarh er vorðin heimsmeistari, og vilja fegin heilsa upp á hana. Sarah Mahfoud er dóttir Vígdis Jákupsdóttir og Mohammed Mahfoud, og ommudóttir Mariu Nielsen (Maria hjá Olivari).

Sarah búði í Vestmanna, til hon var 4 ár, tá ið familjan fluttu til Danmarkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder