Tá ið Ólavur Hátún í 2018 varð jarðaður, høvdu fólk høvi at lata eina peningagávu til eitt listaverk, sum skuldi latast nýggja skúlanum við Landavegin.
Hetta listaverkið varð í dag avdúkað í Hátúni. Tað var einkjan eftir Ólav Hátún, Ása Hátún, sum avdúkaði listaverkið og hugleiddi um tíðina undan og beint eftir, at tónleikurin fekk skipaðar karmar í áttatiárunum. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Tað er listakvinnan Guðrið Poulsen, sum hevur tilevnaðlistaverkið, og hon greiddi frá tí í dag.
Innanlands
Tórhavnar kommuna: Hátún fingið listaverk
Listaverk er latið nýggja skúlanum við Landavegin. Tað er talan um eitt listaverk, ið Hátún-familjan hevur latið.
Guðrið Poulsen, Annika Olsen og Ása Hátún (Mynd: torshavn.fo)
2020-02-06 17:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald