placeholder
Innanlands

12 íbúðir afturat á Norðoyri

Norðhús stendur fyri byggingini at gera fleiri íbúðir í økinum, har tað í 2011 eisini vóru bygdar íbúðir

Mynd tikin beint við núverandi íbúðir á Norðoyri, ið Norðhús hevur bygt (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Mynd tikin beint við núverandi íbúðir á Norðoyri, ið Norðhús hevur bygt (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-02-07 19:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri lyklaklárar íbúðir verða bygdar sunnast á Norðoyri. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna, sum nú hevur givið heimild til byggingina.

Fyri at ætlanin skuldi gerast veruleiki, varð neyðugt at gera meirøki omaneftir og suðureftir. Tillagingar eru nú gjørdar, og verkætlanin kann nú halda fram.

Í 2011 lat Norðhús byggja íbúðir sunnast á Norðoyri. Ætlanin hevur verið at bygt fleiri íbúðir í økinum, og nú verður hildið fram við byggingini nærhendis verandi íbúðarbygging.

Ætlanin er at byggja 12 íbúðir, har hvør íbúð er 81 fermetrar við tveimum sovirúmum, stovu, køki og baðirúmi. Talan er um lyklaklárar íbúðir, har eisini økið kring íbúðarbygningin er gjørt liðugt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder