Uttanlands

- Vit í Evropa kunnu ikki bert vera áskoðarar til eina nýggja vápnakapprenning

Hetta sigur franski forsetin Emmanuel Macron í samband við, at Frakland fer at styrkja seg á kjarnorkuøkinum. Hann slær tó fast, at atljóða avvápnan er vegurin fram

Franski forsetin hevur gjørt greitt, at Fraklnd og Evropa noyðast at á sín hátt vera við í stríðnum í einum

Franski forsetin hevur gjørt greitt, at Fraklnd og Evropa noyðast at á sín hátt vera við í stríðnum í einum "alsamt meira ótryggum heimi"

2020-02-07 11:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í ES er nú eitt land, ið er at rokna sum "atomveldi". Eftir at Bretlandi er farið úr samveldinum, er bert Frakland eftir.

Nú er greitt, at Frakland fer at uppraðfesta á kjarnorkuøkinum, við millum annað at gera vápnini betri. Hetta hevur Emmanuel Macron forseti váttað í einari røðu. 

USA, Iran og onnur lond hava eina rúgvu av kjarnorkuvápnum, og stríðið harðnar. Macron skýrir tað at vera eina vápnakapprenning, ið evropearar ikki bert kunnu vera áskoðarar til. 

Tað merkir tó ikki, at Frakland fer at uppstiga í mongd. Macron sló fast, at landið hevur minkað nakað um sína goymslu, og krevur at onnur kjarnorkulond gera tað sama. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder