Uttanlands

Oscar-virðislønirnar latnar: Suðurkoreanskur filmur skrivaði søgu

Parasite er tann fyrsti útlendski filmur sum ikki hevur enskt sum høvuðsmál, lð vinnur heiðurin fyri besta film. Her er eitt yvirlit yvir allar 24 vinnararnar

BangJoon Ho kundi stórliga fegnast í nátt (Mynd: EPA)

BangJoon Ho kundi stórliga fegnast í nátt (Mynd: EPA)

2020-02-10 08:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Academy Awards vórðu í nátt handaði á 92. sinni í Dolby Theathre í Hollywood, Los Angeles. Oscar-kvløldið er tað størsta, tá tað snýr seg um virðslønir fyri filmslist.

Heiðurin fyri besta film fekk Parasite. Suðurkoreanski drama/clack comedy-filmurin hevur fingið nógv rós síðani Cannes-festivalin, men tað var tó óvæntað, at hann vann frammanfyri "1917". Filmurin snýr seg um eina fátæka famliju, ið roynir at snýta seg inn til eina ríka familju. Tosað verður á suðurkoreanskum, og tað er ongantíð komið fyri áður, at ein filmur, ið ikki er á enskum vinnur stóra heiðurin. BangJoon Ho vann eisini heiðurin fyri leikstjórnan, handritið varð eisini heiðrað sum tað besta í 2019, og sjálvandi varð Parasite eisini kosin ársins altjóða filmur, ið ikki er á enskum.

Joker var filmurin við flest tilnevningum (11), men vann bert tveir heiðrar. Annar var fyri besta uppruna tónleikin, og tað var íslendska tónaskaldið Hildur Guðnadóttir, ið hevði gjørt hann. 37-ára gamli cello-leikarin gjørdist fjórða kvinnan nakrantíð til at vinna hendan heiðurin. Hildur Guðnadóttir hevur áður vunnið eina Emmy og eina Grammy fyri hennara tónleik í HBO-røðini Chernobyl. Joaquin Phoenix vann ikki óvæntað heitið sum besti mannligi sjónleikari - hann vann eisini eina BAFTA fyri avrikið í Joker. Hjá kvinnum var tað Renée Zellweger, ið streyk avstað við tí. Hon hevði høvuðsleiklutin í Judy.

[object Object]
Joaquin Phoenix, Renée Zellweger og Brad Pitt (Mynd: EPA)

Heiðurin fyri hjáleiklutirnir fóru til Laura Dern (Marriage Story) og til Brad Pitt (Once Upon A Time...In Hollywood), ið loksins vann eina Oscar sum sjónleikari. Í 2014 vann 12 Years a Slave heiðurin sum besti filmur. Brad Pitt spældi við har, men nú 56-ára gamli sjónleikarin hevði tá størri leiklut sum framleiðari.

Hetta var annað árið á rað, at eingin vertur var til Oscar. Eminem hevði eina óvæntaða gestaframførslu, har hann fekk lív í salin við eyðkenda "Lose Yourself". Fyri 17 árum síðani vann tann sangurin heiðurin fyri besta upprunaliga sang í einum filmi. 8 Mile snúði seg um lívið Eminem, Marshall Matters, men hann møtti ikki upp til handanina. Matters segði í nátt, at nú var tíð uppá, at hann møtti upp. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder