Uttanlands

Avloysarin hjá Merkel tekur seg aftur

Annegret Kramp-Karrenbauer fer frá sum forkvinna í CDU-flokkinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-10 17:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Politiskt rumbul valdar aftur í Týsklandi eftir úrslitið av landspartavalinum í Thüringen. Valúrslitið er beinleiðis orsøkin til, at kvinnan, ið varð ætlað at taka yvir kanslarasessin eftir Angela Merkel, Annegret Kramp-Karrenbauer fer frá sum forkvinna í konservativa CDU-flokkinum í summar.

Harvið hevur hon eisini slept ætlanunum um at gerast týskur kanslari. Tað váttaði hon á tíðindafundi í dag.

57 ára gamla Kramp-Karrenbauer gjørdist í desember 2018 forkvinna fyri konservativa kristindemokratiska stjórnarflokkin CDU eftir Angela Merkel.

Merkel helt tó fram sum samveldiskanslari, meðan Kramp-Karrenbauer – ofta kallað AKK – skuldi fyrireika seg at taka yvir.

Kramp-Karrenbauer verður eisini kallað ’Mini-Merkel’ tí hon verður skýrd fyri bert at føra politikkin hjá Angela Merkel víðari.

Nú skal CDU-flokkurin gjøgnum eina nýggja valrundu fyri at finna formann fyri flokkin – og kanska eisini komandi kanslara fyri Týskland.

Angela hevur sitið á ovasta politiska sessinum í Týsklandi í skjótt 15 ár og nógvir ungir týskarar hava ilt við at minnast tíðina uttan hana sum kanslari, har hon hevur megnað at leiða Týskland gjøgnum fíggjarkreppur, yvirgangsálop, brexit-samráðingar og flóttafólkakreppur.

Men seinastu árini hevur tað gingið niður á bakka fyri kristindemokratiska flokkin, hvørs undirtøka saman við systirflokkinum CSU er minkað úr 41,5 til 33 prosent. Samstundis er fremmandafíggindaligi flokkurin Alternative für Deutschland, AfD, komin buldrandi inn í tjóðartingið við 13 prosentum av atkvøðunum.

Og í farnu viku eydnaðist tað eisini AfD fyri fyrstu ferð í søgu Týskland at gerast grundarlagi fyri eini landspartastjórn, og hetta er heilt óvanligt í Týsklandi fyri ein flokk, sum roynir at burturforklára brotsverkini, sum nasistarnir gjørdu fyri 75 árum síðani.

Tað er stuðulsflokkurin hjá Merkel, CSU, sum í Thüringen valdi at fara í stjórnarsamstarv við illa lýdda, men alsamt vaksandi høgraflokkin AfD. Ein avgerð, ið als ikki fekk undirtøku frá samveldiskanslaranum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder