Uttanlands

Sjey ára fongsul fyri smuggling

Royndu at smuggla 45 kilo av sterkum rúsevnum í bili við Norrønu

Rúsevnini vórðu funnin í bili við Norrønu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Rúsevnini vórðu funnin í bili við Norrønu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-10 17:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein týskari og ein rumeni eru sømdir sjey ára fongsul í Íslandi fyri royna at smuggla næsta 40 kilo av amfetamini og fimm kilo av kokaini til landið.

Teir vórðu tiknir 3. august í fjør, tá teir komu til Seyðisfjarðar við Norrønu, skrivar visir.is.

Rúsevnini vórðu smugglað í einum Austin Mini Cooper bili. Talan er um millum størstu mongdirnar, sum nakrantíð eru avdúkaðar smugglaðar til Íslands.

Ákærumyndugleikin kravdi tíggju ára fongsul. Umframt rúsevnini, varð hald eisini lagt á bilin hjá monnunum, skrivar Vísir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder