Uttanlands

Corona: Talið á deyðum farið upp um túsund

Nógv tey flestu doyggja í Hubei landslutinum, har smittan uppstóð

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-11 07:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Coronavirusið hevur nú kravt yvir túsund mannalív í Kina síðan tað gjørdist kent um miðjan desember. Tað upplýsa kinesisku heilsumyndugleikarnir sambært AFP tíðindastovuni í dag.

Tilsamans eru 1.016 fólk deyð av virusinum kring heimin hesara báðar mánaðirnar.

Talið økist serliga eftir at heilsumyndugleikarnir í Hubei landslutinum boða frá, at 103 fólk eru deyð innan bert eitt samdøgur.

Í dagligu dagføringini søgdu heilsumyndugleikarnir í Hubei í morgun, at fyri fyrstu ferð síðan sjúkan brast á, hevur hon kravt yvir hundrað lív innan eitt samdøgur, skrivar Reuters.

Í gjár, mánadagin, doyðu 108 fólk í Kina, harav tey 103 vóru úr Hubei landslutinum.

Tað er í Hubei landslutinum, at milliónabýurin Wuhan liggur, og tað er her, sum coronavirusið varð staðfest á fyrsta sinni.

Seinasta samdøgrið vórðu 2.097 nýggj fólk við smittuni skrásett í Hubei. Sostatt er talið á smittaðum í landslutinum komið upp á næstan 32.000 fólk. Bert í Hubei-landslutinum hevur smittan kravt 974 mannalív síðan miðjan desember.

Longu sunnudagin fór talið á deyðum í Kina sunnudagin upp um talið, sum sars virusið kravdi í 2002 og 2003. Tá doyðu 774 fólk orsaka av sars í Kina.

John Hopkins University í Baltimore í USA kunngjørdi í nátt tøl fyri hvussu nógv eru smittað við coronavirus í heiminum, og hetta talið er nú komið upp á 42.767.

Umframt Kina, er virusið nú staðfest í 27 londum, teirramillum Teilandi, Japan, Avstralia, Týsklandi, USA, Fraklandi, Kanada, Italia, Spania og Svøríki, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder