Mentan

Video: Streymurin fór - út í túnið at klippa

Á "Salong K" í Leirvík gjørdu tey skjótt av seinnapartin, tá streymurin fór um stóran part av landinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-02-12 18:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Salong K í Leirvík hugsaðu tey skjótt, tá streymurin seinnapartin í dag fór um at kalla alt landið.

Har stóð ein kundi, sum skuldi klippast, og so vóru góð ráð dýr. Úti var púra stilli og enn ljóst, so Kartin Høgnesen, sum rekur frisørsalongina, gjørdi ikki mætari enn at fara útum at klippa kundanum.

At síggja til sær tað út til at rigga heilt væl. Síggj videobrotið omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder