Innanlands

Ferðsluóhapp í Havn

Ein bilur helt ikki víkiskylduna og elvdi hetta til eitt lítið óhapp í morgun. Sambært løgregluni var bert materiellur skaði

2020-02-14 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint eftir klokkan átta í morgun fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið á Dalavegnum við Marknagilsvegin í Havn.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um eitt lítið óhapp við tveimum bilum, har tann eini ikki helt víkiskylduna. Slíkt gevur vanliga eina bót.

Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu eitt sindur av skaða.

Annars verður upplýst, at náttin hjá løgregluni hevur verið stak friðarlig.

placeholder
placeholder