Innanlands

Veðrið ávirkar eisini flogferðsluna

Fleiri flogferðir eru útsettar ella avlýstar fyribils orsakað av veðrinum

2020-02-14 11:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ikki bert Strandferðslan, sum verður ávirkað av illveðrinum. Vága Floghavn boðar eisini frá fleiri seinkingum og avlýsngum í dag.

Flogfarið, sum skuldi flúgva til Keflavíkar klokkan 7.50 í morgun, er enn ikki farið avstað, og er fráferðin fyribils útsett til klokkan 15. Flogfarið skuldi eftir ætlan koma úr Keflavík aftur klokkan 11.35, men tann koman stendur nú at vera klokkan gott hálvgum fimm seinnapartin.

Flogfarið, sum skuldi til París í dag stendur eisini at fara góðan hálvan annan tíma seinni enn upprunaliga ætlað, og somuleiðis er heimferðin í kvøld eisini seinkað ein góðan tíma.

Eitt flogfar úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda 13.40 er avlýst, og ferðafólk hava fingið at vita, at tey fáa nærri kunning klokkan 15. Meira kunning sæst her.

Strandferðslan boðaði í gjár frá fleiri avlýsingum á oyggjaleiðunum, og í morgun varð eisini boðað frá, at bygdaleiðirnar 400 og 701 heldur ikki koyra fyribils. Meira kunning fæst her.

placeholder
placeholder