Uttanlands

Pentagon játtar gott 4 mia. afturat til múrin hjá Trump

Seinastu tvey árini hevur Pentagon sett gott 10 mia. dollarar av til múrin, sum amerikanski forsetin ynskir at byggja á markinum til Meksiko

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-02-14 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon upplýsti í gjár, at 3,8 mia. dollarar afturat eru settir av til múrin á markinum til Meksiko.

Hetta svarar til 22,7 mia. í okkara krónum, og skal peningurin nýtast til eina 285 kilometrar langa  betong- og stálbyrging, sum sambært amerikanska forsetanum, donald Trump, skal forða ólógligum tilflytarum í at sleppa til USA.

Sostatt hevur amerikanski herurin seinastu tvey árini verið noyddur at flyta 9,9 mia. dollarar til meksikomúrin.

Kongressin hevði annars fleiri ferðir noktað Trump fígging til verkætlanina, men í februar í fjør lýsti hann neyðrættarstøðu, og slapp amerikanski forsetin sostatt undan at fáa góðkenning frá Kongressini, áðrenn hann játtaði pening til múrin – eitt av størstu vallyftunum hjá honum í 2016.

Hósdagin boðaði Trump frá, at neyðrættarstøðan er longd fram til endan av februar 2021, hóast talið av ólógligum tilflytarum, sum eru komin til USA umvegis Meksiko, er munandi lægri nú enn fyri einum ári síðani.

Sambært Ritzau, var upprunaliga ætlanin við teimum 3,8 mia., sum nú skulu fíggja múrin hjá Trump, at keypa nýggj akfør til herin.

placeholder
placeholder