Innanlands

Mistak á Støð 3 var orsøkin

Eitt mistak í sambandi við byggiarbeiði elvdi til streymslit mikudagin, sigur SEV

2020-02-14 16:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin 12. februar var streymslit um stóran part av landinum. Orsøkin vísti seg at vera á Støð 3 á Sundi, har royndarframleiðsla við nýggju motorunum fer fram í løtuni.

Byggiarbeiði verður enn gjørt á Støð 3, meðan motorarnir eru í royndarframleiðslu, og mikudagin hendi tað óhepna, at ein arbeiðspallur var settur upp ov tætt at talvuni við neyðssteðgiknøttunum, og komið varð undir knøttarnar. Hetta elvdi til, at tveir motorar á tilsamans 18 MW steðgaðu, og tí fór streymurin.

Talva við knøttum til neyðsteðg, sum eru knýttir at motorunum, er av trygdarávum sett upp í høllini við síðuna av motorhøllini.

– SEV

placeholder
placeholder