Innanlands

Tunnilsarbeiðið ávirkar koyrileiðina út í Nes

Meira enn helmingurin av hvalbiartunnlinum er nú boraður

Hvalbiartunnilin verður allur boraður úr Hvalba móti Trongsvági (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hvalbiartunnilin verður allur boraður úr Hvalba móti Trongsvági (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-02-14 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ávísar tillagingar verða nú gjørdar í ferðsluni út í Nes í Hvalba, nú vegurin til nýggja Hvalbiartunnilin verður bundin í verandi veg. Landsverk boðar í dag frá, at ferðslan verður leidd eftir einum fyribils vegi úr Hvalba út í Nes, meðan íbindingin verður gjørd.

Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðinum at bora nýggja Hvalbiartunnilin. Fyrsta skotið varð latið av á sumri í fjør, og verkætlanin er nú komin so væl áleiðis, at nú eru 1.310 metrar boraðir, og tað er meira enn helmingurin av leiðini. Allur tunnilin verður boraður úr Hvalba.

Í hesi vikuni er farið í holt við arbeiðið at gera nýggju íbindingina millum verandi veg og nýggja tunnilsvegin, og í hesum sambandi er ein fyribilsvegur gjørdur, sum ferðslan úr Hvalba út í Nes má koyra eftir fram til 1. juni. Tunga ferðslan fer tó bert at koyra eftir fyribilsvegnum fram til umleið 1. mars, tá íbindingin væntast liðug, og koyrandi verður til og frá byggiplássinum eftir nýggja tunnilsvegnum,   

Ferðslan trongisvágsmegin
Frá mánaðarskiftinum februar-mars og til umleið 1. juni verður ferðslan trongisvágmegin eisini ávirkað av arbeiðinum í sambandi við tunnilsverkætlanina. Hetta skyldast millum annað nýgerð av vegastrekkinum frá Viðarlundini og inn til Hvannagjógv.

Hvalbiartunnilin verður 2,5 kilometrar til longdar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 900 metrar, og hvalbiarmegin 2,3 kilometrar. Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur.  

placeholder
placeholder