Uttanlands

Coronavirusið kravt sítt fyrsta mannalív í Evropa

Ein kinesiskur maður í Fraklandi hevur latið lív orsakað av coronavirusinum, sum nú hevur smittað gott 67.000 fólk og kravt 1500 mannalív

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-15 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hevur coronavirusið kravt sítt fyrsta mannalív í Evropa.

Ein kinesiskur ferðamaður í Fraklandi, ið var smittaður við coronavirusinum (covid-19), hevur nevniliga latið lív, skrivar TV2.

Sambært franska heilsumálaráðharranum, Agnes Buzyn, er talan um ein 80 ára gamlan mann, sum hevur verið avbyrgdur á sjúkrahúsi síðan 25. januar – níggju dagar eftir hann kom til landið.

Sambært Agnes Buzyn, gjørdist støðan hjá manninum bert verri og verri, og seinastu dagarnar var støða hansara hættislig. Dóttir 80 ára gamla manninum er eisini smittað við sjúkuni, men hildið verður, at hon fer at gerast frísk aftur.

Tilsamans 11 tilburðir eru skrásettir í Fraklandi, og seks fólk eru framvegis innløgd.

Sambært nýggjastu tølunum, hava 66.492 fólk fingið staðfest coronavirus í Kina, har virusið eisini hevur kravt uml. 1500 mannalív – tey flestu í Hubei, har virusið stavar frá.

Virusið er eisini staðfest í fleiri enn 27 øðrum londum, m.a. í Svøríki, Týsklandi, Avstralia, Spania, Italia, Kanada og USA. Uttan fyri Kina eru higartil 595 tilburðir skrásettir. Umframt 80 ára gamli maðurin í Fraklandi, eru trý onnur andlát skrásett uttanfyri Kina – í Hong Kong, Filipsoyggjunum og Japan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder