Ísraelski ráðharrin fyri flutning váttaði mánadagin fyri BBC, at ætlanin um at gera jarnbreytina, við einari støð við Grátimúrinum nevnda eftir Donald Trump, fór at gerast veruleiki.
Ætlanin er upprunaliga frá 2017, og hóast mótstøðu er frá Jordan, palestinum og muslimum, so verður breytin undir gamla býarpartinum í eystara parti av Jerusalem nú bygt. Talan verður um ein tunnil, ið er tríggjar kilometrar langur. Tann gamli býarparturin í "Heilaga býnum" er á heimsarvslistanum hjá UNESCO
Donald Trump hevur viðurkent Jerusalem sum høvuðsstað hjá Ísrael.
Uttanlands
Støðin við Grátimúrin skal kallast upp eftir Trump
Ein jarnbreyt undir gamla býnum í Jerusalem varð mánadagin góðkend
Ísrael ynskir við hesum at heiðra amerikanska forsetan, ið hevur viðurkent sum Jerusalem sum høvuðsstað hjá Ísrael
2020-02-19 14:24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald