Uttanlands

Svenski staturin stevnt Vivino

Tað er ólógligt at veita vín í einum landi, har statslig rúsdrekkasølan hevur einkarrætt, sigur Systembolaget

Heini Zachariassen er nú aftur stjóri í Vivino

Heini Zachariassen er nú aftur stjóri í Vivino

2020-02-21 13:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Statsliga svenska rúsdrekkasølan, Systembolag, stevnir nú vín-appini Vivino hjá hoyvíkinginum Heina Zachariassen.

Vivino brýtur svensku rúsdrekkalóggávuna, tí felagið veitir vín til sviar í samstarvi við lokalar veitarar, sigur Systembolaget.

Vivino hevur 35 milliónir brúkarar kring heimin, og í september fór felagið inn á svenska marknaðin í samstarvi við lokalan veitara, sum koyrir vínið til dyrnar hjá kundunum, skrivar Berlingske.

Systemet hevur einkarrættin
Men tað er í stríð við svensku rúsdrekkalóggávuna, sigur samskiftisstjórin í Systembolaget, Lennart Agén við svensku sjónvarpið SVT

- Systembolaget hevur einkarrætt til sølu av rúsdrekka, bæði í handlum og netinum, so tá Vivino selur drykkjuvørur við alkoholi, so er tað lógarbrot, sigur hann.

Svenska einkarsølan heldur eisini, at Vivino letur sum um, at teirra virksemi er ógligt, og tað er í stríð við marknaðarføringslóggávuna eisini.

Í Svøríki kunnu handlar selja drykkjuvørur við upp til 3,5 prosent av alkoholi. Alt annað skal gjøgnum Systembolaget, ella Systemet, sum tað verður kalla vanliga.

Vivino er tí stevnt fyri svenska Patent- og marknadsdomstolen. Kravið frá Systembolaget er ein bót á tríggjar milliónir svenskar krónur, og at sølan verður bannað.

Systembolaget stevndi í fjør ein annan vínhandil, svenska Winefinder, í líknandi máli, sum tó enn ikki er avgjørt í rættinum.

Hall øll árini síðan 2010
Vivino hevur síðan 2010 gjørt tað møguligt við eini app at skanna vínetikettir og harvið síggja hvat onnur vínáhugað hava sagt um vínið. Síðan er hugskotið víðkað til eisini at umfata eitt netverk av vínhandlum og harvið er møguligt at keypa vínið gjøgnum appina.

Men hóast Vivino hevur 35 milliónir brúkarar og skrivstovur í fleiri londum, so koma ongir pengar inn til eigaraskarn. Danska felagið Vivino Aps hevur ikki havt yvirskot á nøkrum roknskapi enn í tey tíggju árini felagið hevur verið til, skrivar Berlingske.

Í 2017 hevði felagið eitt hall á 33 milliónir krónur, sum vaks til 51 milliónir krónur í 2018. Eginognin er í løtuni á minus 120 milliónir krónur og skuldin yvir 100 milliónir.

Vivino Aps. er dótturfelag hjá amerikanska felagnum Vivino Inc. Vivino hevur deildir í 13 ymsum londum.

Heini Zachariassen, sum eigur hugskotið til appina, var stjóri í felagnum fram til 2018 tá hann lat forstjórasessin víðari til amerikanaran Chris Tsakalakis. Í desember í fjør tók Heini Zachariassen aftur yvir sum stjóri, skrivar Berlingske. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder