Uttanlands

Harvey Weinstein funnin sekur

Í gjár varð hann funnin sekur í at hava famt kynsligan ágang og neyðtøku. Revsingin verður ásett í mars

Harvey Weinstein (Savnsmynd)

Harvey Weinstein (Savnsmynd)

2020-02-25 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Filmsframleiðarin Harvey Weinstein varð í gjár funnin sekur í at hava framt kynsliga ágang og neyðtøku.

Tað avgjørdi ein dómstólur í New York í gjár.

Tó varð 67 ára gamli Harvey Weinstein samstundis fríkendur í meira álvarsomu ákærunum um áhaldandi kynsligan ágang, sum annars kundi havt givið honum lívlanga fongsulsrevsing.

Revsingarásetingin verður tó fyrst kunngjørd í næsta mánað, skrivar DR.

Fleiri enn 80 kvinnur hava ákært Weinstein fyri kynsligan ágang. Ákærurnar snúgva seg um alt frá óhóskandi viðmerkingum til beinleiðis neyðtøku.

Harvey Weinstein hevur noktað seg sekan og heldur uppá, at í fleiri førum var talan um samtykki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder