Eitt tilmæli er gjørt, og í kvøld skal býráðið taka støðu til tað. Ætlanin er, at Tórshavnar kommuna í framtíðini skal kunna taka eitt gjald frá útlendskum borgarum, ið ynskja at giftast á kommunuskrivstovuni. Tað skrivar Kringvarpið.
Ikki er greitt enn, hvussu nógv talan kann verða um. Fyri at hetta kann gerast møguligt, skal Tórshavnar kommuna fáa heimild frá Almannnaráðnum. Eingin kommuna í Føroyum hevur eina slíka, sum nú er.
Í fjør fóru 23 vígslur fram hjá Tórshavnar kommunu, har tey vígdu ikki vóru borgarar í kommununi ella í Føroyum. Samanlagt hevði kommunan 60 vígslur í fjør.
Innanlands
Skulu taka støðu til um útlendingar skulu rinda fyri vígslu í Tórshavnar kommunu
Í fjør stóð kommunan fyri 60 vígslum - beint yvir ein triðingur var hjá útlendingum
Kommunur í Føroyum hava ikki heimild at taka gjald fyri vígslur (Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-02-27 12:07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald