Innanlands

Framvegis bara ein persónur smittaður

Fleiri kanningar av coronavirusi eru gjørdar í dag, men higartil eru øll úrslitini negativ. 15 persónar eru í sóttarhaldi

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-05 20:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er framvegis bara ein persónur í Føroyum, sum hevur fingið staðfest corona-virusið. Í dag hava fleiri kanningar verið gjørdar, og øll úrslitini higartil eru negativ, sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld.

Landslæknin hevur avgjørt at seta í alt 15 persónar í karantenu. Átta fólk eru staðsett á Hotel Vágum, meðan hini sjey eru avbyrgd heima við hús.

[object Object]Átta fólk eru í sóttarhaldi á Hotel Vágum (Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder