Innanlands

Føroyingar keypa eisini inn undir seg

Matvøruhandlar fingu brádliga nógv at gera eitt annars vanligt mikukvøld í mars

2020-03-11 22:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at boðini frá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, komu um at Danmark meira ella minni stongir, fóru fólk beinanvegin í matvøruhandlar at keypa inn undir seg.

Eisini í Føroyum. Ikki í líka stóran mun, men tá vit vóru í Bónus í Marknagili um tíggju tíðina í kvøld, var týðiligt at fólk panikk-keyptu. Hóast tað ikki var útselt, so var nakað farið av hillunum við wc-pappínumum, og bíðirøðirnar vóru langar við allar tríggjar kassarnar.

Sum skilst hevur hendan støðan eisini verið aðrastaðni í landinum.

placeholder
placeholder