Innanlands

Norrøna avmarkar fólkaflutningin

Bert fólk, sum eru úti og ferðast, verða førd heimaftur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-12 11:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Norrøna kemur á Havnina mánamorgunin úr Danmark, verður tað síðsti vanligi túrur hjá Norrønu við ferðafólkum fyribils.

Tað upplýsir Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fyri útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

- Næstu tvær vikurnar fer Norrøna fyrst og fremst at flyta farm, sigur Rúni Vang Poulsen, men leggur tó afturat, at Norrøna kortini fer at fluta ferðafólk, sum eru í Føroyum, og føroyingar, sum eru uttanlands, heimaftur.

Annars verður heitt á fólk um at lata vera við at koma umborð, segði Rúni Vang Poulsen fyrrapartin. 

placeholder
placeholder