placeholder
Innanlands

Ferðafólkið er nú í sóttarhaldi

Á túrinum frá Keypmannahavn vísti viðkomandi sjúkueyðkenni. Tey, ið sótu tættast við, eru sloppin heim men skulu møguliga í sóttarhald

(Mynd: Ólavur Fredriksen)

(Mynd: Ólavur Fredriksen)

2020-03-12 17:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sum so nógv stúrdu fyri fyrr í dag er nú vorið veruleiki: Ein persónur sum kom við flogfari hjá Atlantic Airways úr Keypmannahavn tíðliga seinnapartin vísti corona sjúkueyðkenni umborð.

Les eisini: 600 hava skrivað undir áheitan um ferðafólkaforboð til Føroyar

Næstan beint eftir lending sóust fólk í trygdardraktum fara umborð.

[object Object]
Mynd: KVF

Sí eisini: 
Hildu ferðafólkum aftur
Spyr.fo: Fólkið vil støðga flogferðsluni


Landlæknin váttar fyri kvf.fo, at persónurin nú er í sóttarhaldi, og at royndir eru tiknar av viðkomandi. Sambært Lars Fodgaard Møller verður úrslitið væntandi klárt í morgin.

Kringvarpið skrivar, at ferðafólk, sum sótu frammanfyri og aftanfyri viðkomandi í flogfarinum, eru farin til hús. Tað er tó møguleiki fyri at tey skulu í sóttarhald, sigur Lars Fodgaard Møller - tað er um royndin er positiv.

Eiga Føroyar at steðga allari flúgving

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder