Innanlands

Strandfaraskipini kunnu ikki sigla við fleiri enn 100 ferðandi - Bygdaleiðir koyra ikki til flogvøllin

Sølan umborð á Smyrli og Teistanum av mati og drekka støðgar - høvuðsskrivstovan og farstøðin letur aftur. Strandferðslan boðar í kvøld frá ymiskum tiltøkum, ið eru sett í verk orsaka av nýggjasta tilmælinum um coronavirusi

Mælt verður til gott handreinføri, um gjaldast skal við reiðum peningini í bussinum. Nú ber ikki til at koma til flogvøllinum við almennum flutningi (Mynd: Sverri Egholm)

Mælt verður til gott handreinføri, um gjaldast skal við reiðum peningini í bussinum. Nú ber ikki til at koma til flogvøllinum við almennum flutningi (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-12 20:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimasíðan, ssl.fo, skrivar, at sambært tilmæli frá landsmyndugleikum í samband við Coronasmittuna setir Strandferðslan hesi tiltøk í verk frá fríggjamorgunin 13. mars 2020 - tey eru fyribils galdandi til 30 mars:

Høvuðsskrivstovan á Tvøroyri

  • Dyrnar á høvuðsskrivstovuni verða stongdar, men tó ber til at ringja 343000 gerandisdagar ímillum kl 08-16.
  • Øll alneyðug ørindi á Strandferðsluni verða bert gjørd eftir avtalu.
  • Fyrisitingin arbeiðir heimanífrá, og miðað verður ímóti at avgreiða uppgávur, svara telefon og teldupostum sum vanligt.

Farstøðin og farmadeildir

  • Farstøðin letur aftur fyribils. Hetta merkir, at ongin søla, harímillum kortavgreiðsla og persónlig kunning um ferðslu verður tvær tær næstu vikurnar. Í hesum tíðarskeiðnum verður víst til telefon nummar 343000 og heimasíðuna ssl.fo
  • Farmur verður avgreiddur sum fakturering, og smápakkar verða ikki avgreiddir.

Søla umborð á skipum og bussum

  • Umborð á Smyrli og Teistanum verður ongin søla av mati ella drekkandi frá hóskvøldinum 12. mars (t.v.s: er sett í verk)
  • Kaffiautomatirnar verða stongdar umborð á øllum skipum
  • Kømur verða ikki útleigað umborð á Smyrli


Koyring hjá Bygdaleiðum

  • Leið 300 koyrir ikki umvegis flogvøllin frá 12. mars (t.v.s: er sett í verk)

 

Kontantsøla og gjaldskort

  • Mælt verður øllum ferðandi frá at brúka reiðan pening og ístaðin brúka gjaldskort
  • Í teimum bussum har ikki er møguligt at brúka gjaldskort verður mælt til gott handreinføri

 
Ferðafólkaflutningur

  • Hægst loyvda ferðafólkatal á Smyril, Teistanum og Sam verður 100 ferðafólk per túr, og heitt verður á ferðafólk at halda hóskandi fjarstøðu og hava í huga smittuvanda.
  • Heitt verður á ferðafólk ikki at reika runt í skipinum og virða skelti.
placeholder
placeholder