Innanlands

Auto steðgar eisini við flogvallarkoyring

Eingin av teimum 33 hýruvogununum hjá felagnum er komandi 14 dagarnar tøkur at koyra til og frá Vága Floghavn

Viðskiftafólk, sum hava bílagt sær pláss við Auto, verða vinarliga biðin at finna sær eina aðra koyriloysn til og frá flogvøllinum. Hesum boðar felagið frá (Mynd: Auto Taxi)

Viðskiftafólk, sum hava bílagt sær pláss við Auto, verða vinarliga biðin at finna sær eina aðra koyriloysn til og frá flogvøllinum. Hesum boðar felagið frá (Mynd: Auto Taxi)

2020-03-13 07:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Strandferðsln boðaði í gjárkvøldið frá, at leið 300, Tórshavn - Flogvøllurin, ikki longur koyrir.

Les eisini: 

Strandfaraskipini kunnu ikki sigla við fleri enn 100 ferðandi - bygdaleiðir koyrir ikki til flogvøllin

PF Auto hevur eisini boðað frá, at felagið steðgar allari koyring til flogvøllin komandi tvær vikurnar. Hýruvognsfelagið koyrir hvønn dag nógvar túrar millum høvuðsstaðin og flogvøllin.

Ikki er greitt um Eysturrutan, ið eisini dagliga flytir ferðafólk til og frá flogvøllinum, fer at gera tað sama. Hon koyrir fólk til og frá Norðurstreymoy, Eysturoynni og Norðoyggjum.

Í morgun skulu heilsumyndugleikarnar og Atlantic Airways fundast um støðuna viðvíkjandi flogviðurskiftunum, nú landslæknin hevur eyðmerkt Danmark sum eitt reytt øki

 

Auto skrivaði soleiðis á Facebook-síðu sínari í gjárkvøldið: 

Corona COVIT-19 smittuvandin hevur við sær, at teir 33 hýruvognarnir hjá P/F Auto stegða við allari koyring til og frá Vága Floghavn á midnátt í kvøld.

Viðskiftafólk, sum hava bílagt sær pláss við Auto, verða vinarliga biðin at finna sær eina aðra koyriloysn til og frá flogvøllinum.

Steðgað verður fyribils at koyra í 14 dagar, og boðað verður frá, tá koyringin byrjar aftur

vh, P/F Auto
Dia Midjord, stjóri

placeholder
placeholder