Innanlands

Triði føroyingurin smittaður við coronavirusinum

Útav teimum 24 kanningunum, ið vórðu gjørdar í gjár, var ein positiv. Talan er um persón, sum kom úr Danmark mánadagin. Hetta er fyrsti staðfesti tilburður í eina viku

Tann smittað persónurin lendi í Vágunum mánadagin - seint í gjárkvøldið varð greitt, at viðkomandi var positivur. Í morgun verður fundur um flogferðsluna framhaldandi

Tann smittað persónurin lendi í Vágunum mánadagin - seint í gjárkvøldið varð greitt, at viðkomandi var positivur. Í morgun verður fundur um flogferðsluna framhaldandi

2020-03-13 08:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seint í gjárkvøldið bar til at staðfesta, at enn ein føroyingur hevur fingið covid-19 smittuna. 

Hetta skrivar Heilsumálaráðið í morgun.

Hetta er ikki talan um viðkomandi, ið fór í sóttarhald eftir lending í Vágunum í gjár, men um ein annan persón ið kom frá Damark. Viðkomandi fleyg til Føroya mánadagin, og nú er landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Útfrá hesum verða nøkur sett í sóttarhald.

[object Object]
Lars Fodgaard Møller skal nú avgerða, hvørji skulu í sóttarhald sum eftirfylging av triðja tilburinum. Landslæknin var í gjárkvøldið við til at eyðmerkja Danmark sum reytt økið (Mynd: Sverri Egholm)

Smittaði persónurin hevur tað gott og er í løtuni avbyrgdur heima við hús, staðfestir Heilsumálaráðið.

Tað vórðu gjørdar 24 kanningar í gjár, og tann eina var positiv. Hetta er triði føroyingur, ið hevur fingið staðfest coronavirus - tann fyrsti hesa vikuna. 

Fyrrapartin verður fundur millum Atlantic Airways og Fíggjarmálaráðið. Hetta er í kjalarvørinum av, at føroysku myndugleikarnir í gjárkvøldið lýsti Danmark sum eitt reytt økið. Í stríðnum móti Coronavirusinum hevur Atlantic Airways staðfest, at útfrá tilmælinum sleppa flogfør í reyðum økjum ikki at lenda. 

Les eisini: 
Eiga Føroyar at steðga allari flúgving
Spyr.fo: Fólkið vil støðga flogferðsluni
Undirskriftinnsavnan til áheitan um ferðafólkaforðboð
Bygdaleiðir koyrir ikki til flogvøllin
Auto steðgar eisini við flogvallarkoyring

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder