Innanlands

Atlantic avlýsir til París

Fráferðin skuldi verða nú klokkan 12.35 til París.

Óvist er framvegis hvussu verður við rutuni til og frá Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

Óvist er framvegis hvussu verður við rutuni til og frá Danmark (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-13 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Túrurin úr Vágunum til høvuðsstaðin í Fraklandi beint eftir døgurða er nú avlýstir.

Óvist er, um hetta er fyrta stigið í at steðga allari flogferðslu úr Føroyum, men ein útmelding frá flogfelagnum kemur væntandi heilt skjótt. 

Leiðslan í Atlantic er á fundi við fíggjarmálaráðið um støðuna, nú Danmark er lýst sum eitt reytt økið, og trýstið frá føroyingum fyri at steðga flogferðslu úr vandaøkjum er vaksandi.

Fráferðir til og komur úr Keypamannahavn standa framvegis á yvirlitinum á atlantic.fo. Eitt flogfar úr Keypmannahavn stendur at lenda klokkan 19.50. 

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Atlantic Airways, men tað er ikki eydnast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder