Innanlands

Seks føroyingar afturat fingið coronavirus

Nú hava 9 føroyingar fingið smittuna

Lars Fodgaard Møller (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-14 08:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Úrslitið av teimum í alt 100 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vísir, at seks føroyingar afturat hava fingið staðfest coruna-virusið.

Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun.

Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaðu føroyingarnir hava verið í sambandi við, sigur Heilsumálaráðið.

Tað merkir, at 9 føroyingar í alt eru smittaðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder