Innanlands

COVID-19: Nú eru 18 føroyingar smittaðir

Kanningar í gjár staðfestu, at 7 føroyingar eru smittaðir afturat

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2020-03-16 07:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið í gjár var 11, og nú er talið komið upp á 18.

190 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og staðfest var, at 7 føroyingar afturat eru smittaðir.

Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun.

Dagført kl. 8.41: Í morgun varð boðað frá, at tilsamans 21 vórðu smittað. Hetta varð síðani rættað til 18.

Les eisini: Trý starvsfólk í Mylnuhúsinum í Klaksvík smittað av COVID-19

placeholder
placeholder