Innanlands

Herd tiltøk: Í mesta lagi 10 fólk skulu savnast

Tiltøkini móti koronasmittuni í Føroyum verða nú herd

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-16 20:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er neyðugt bæði at broyta og herða nøkur tiltøk í mun til avbyrgja korona-smittuna í Føroyum.

Tað mælir Epidemikommisjónin til, sum hevur havt fund seinnapartin, skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuni.

Í høvuðsheitum var niðurstøðan:

- At halda fast í verandi avbyrgingarætlan, sum hevur verið brúkt seinastu vikurnar.

- At mæla til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri – tó í mesta lagi 10 fólk.

- At gera tað møguligt at broyta treytirnar fyri karantenu hjá ávísum starvsbólkum, sum hava avgerandi týdning fyri, at samfelagið ikki steðgar upp.

- At allir borgarar í enn størri mun fylgja teimum fakligu tilráðingunum, soleiðis at vit byrgja fyri smittuni.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, ger í kvøld greitt, at hann tekur undir við tilmælunum hjá Epidemikommisjónini.

- Støðan við korona-smittuni í Føroyum broytist støðugt. Tí er neyðugt, at vit støðugt tillaga okkara tilmæli. Eg vil enn einaferð staðiliga heita á allar borgarar í landinum um at fylgja teimum tilráðingum, sum heilsumyndugleikarnir mæl til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Nýggjastu tølini frá myndugleikunum eru frá í morgun. Tá vóru 18 fólk smittað við Covid-19, 247 í sóttarhaldi og 517 kannaði fyri smittuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder