Innanlands

Myndir: Tingið sprittað og í hóskandi fjarstøðu

Løgtingið er saman í dag undir heilt serligum umstøðum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-18 15:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilt serligar fyriskipanir eru settar í verk, nú tingið er kallað saman at viðgera og seta í verk hjálparpakkan, sum er gjørdur fyri at hjálpa fyritøkum og fólkum, sum koma illa fyri orsaka av korona-smittuni.

Fyrsta viðgerð hevur verið, og onnur viðgerð verður, tá nevndirnar eru lidnar við sínar viðgerðir. Ætlandi skuldi nýggjur tingfundur setast nú klokkan 16.

Bert 19 tingfólk eru innkallað, og ongantíð eru fleiri enn tíggju í salinum. Tey syrgja fyri at spritta sær væl um hendurnar og halda neyðuga fjarstøðu.

Og so skiftast tey at sita í tingsalinum, so at tað ongantíð eru ov nógv saman. Tá atkvøðast skal, er nógv gongd út og inn í salin so øll kunnu greiða sína atkvøðu.

Myndamaður okkara, Jens Kr. Vang tók hesar myndirnar fyrr í dag. Uttanfyri og ígjøgnum gluggarnar... 

placeholder
placeholder