Innanlands

Støðan á stovnunum er undir tamarhaldi

Enn er koronasmittan ikki staðfest á bústovnum – hvørki á eldra- ella serstovnaøkinum. Myndir frá tíðindafundinum í dag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-20 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Korona-smittan hevur ikki funnið veg inn til landsins eldra- og serstovnar enn, tíbetur. Tað kundu Edvard Heen, stjóri fyri Almannaverkið, og Eyðun Christiansen, stjóri í Føroya Kommunufelag boða frá í morgun.

Saman við Tóru við Keldu, forkvinnu í Megd, høvdu teir kallað til tíðindafund fyrrapartin fyri at greiða frá støðuni á almannaøkinum.

Edvard Heen greiddi frá, at hjá Almannaverkinum hava tey stórar avbjóðingar í løtuni. Á serstovnaøkinum hevur Almannaverkið ábyrgdina av 248 borgarum, sum búgva á heimi og 84 øðrum, ið eru bundin av dagligari hjálp frá Almannaverkinum.

Enn er ongin smittaður, og 843 starvsfólk eru til taks. Eitt av starvsfólkunum er smittað og 31 í sóttarhaldi. Men hetta hevur ikki ávirkað nakað av búfólkunum á teimum nógvu stovnunum, sum eru spjaddir út á 66 matriklar kring alt landið.

30 pláss til smittað búfólk
Edvard Heen greiddi frá teimum tiltøkunum, sum eru sett í verk, eitt nú at vaktirnar eru longdar til 12 ella 24 tímars vaktir. Hetta verður gjørt fyri at avmarka kontaktirnar millum starvsfólk og búfólk.

Hann greiddi eisini frá, at Almannaverkið hevur fyrireikað seg til at búfólk verða smittað.

Almannaverkið hevur skipað fýra støð við 30 plássum tilsamans, har ætlanin er at flyta búfólk, sum verða smittað.

Eldraøkið hevur hægstu raðfesting hjá kommununum
Eyðun Christiansen, stjóri í kommunufelagnum kundi eisini greiða frá, at heldur ikki á eldraøkinum er koronasmittan komin inn á stovnarnar enn, hóast onkur starvsfólk eru farin í sóttarhald.

Á teimum nógvu røktarheimunum og sambýlunum undir veingjabreiðinum hjá kommununum, eru somu tiltøk sett í verk, sum fyri serstovnaøkið, og tað tykist sum um, at fyriskipanirnar virka.

Tað hevur sín prís, eitt nú at avvarðandi ikki kunnu varðveita kontaktina við teirra næstu, men hetta er prísurin fyri at forða fyri, at tey eldru og veiku verða rakt, greiddi Eyðun Christiansen frá.

- Eldraøkið hevur hægstu raðfesting í øllum kommununum í løtuni, segði stjórin fyri Føroya Kommunufelag.

Á eldraøkinum er ikki ætlanin at flyta búfólk, ið verða smittað, á aðrar serligar stovnar, eins og gjørt er á serstovnaøkinum.

- Stovnarnir skipa avbyrgingina sjálvir, við serligum eindum ella í egnum kamari, greiddi Eyðun Christiansen frá, sum samstundis eisini gjørdi vart við, at roknað verður við, at eldri fólk verða flutt á sjúkrahús, um tey gerast sjúk av smittuni.

Enn er starvsfólk tøk til at taka sær av teimum neyðugu uppgávunum á økinum, men kommunurnar eru í løtuni við at gera avtalur við fólk uttanífrá at veita eina hjálpandi hond á økinum, um hetta gerst neyðugt.

Talan er um lesandi og um starvsfólk á dagstovnaøkinum, sum eru tøk, nú børn stórt sæð ikki verða ansa í vøggustovum, barnagørðum og frítíðarskúlum. 

Tíðindafundurin sæst á heimasíðu Kringvarpsins

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder