Innanlands

Løgmaður leingir tiltøkini til annan páskadag

- Lurtið eftir tilmælunum og takið tey í allar størsta álvara, ljóðar áheitanin frá løgmanni í dag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-20 16:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tey tiltøkini, sum landsstýrið setti í gildi fyri átta døgum síðani, verðr nú longt í tvær vikur, so tey eru galdandi til annan páskadag, mánadagin 13. apríl.

Hetta boðaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, frá á tíðindafundinum, sum í løtuni verður hildin í forhøllini í Kringvarpshúsunum.

Hetta snýr set um tilmælið um at arbeiða heimanífrá, halda børnunum heima, halda stovnar og skúlar aftulatnar og fara í sóttarhald, um illgruni er um vandan fyri smittu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder