Mentan

Kenny Rogers deyður

Amerikanski countrysangarin gjørdist 81 ár

Kenny Rogers gjørdist 81 ára gamal (Mynd: EPA)

Kenny Rogers gjørdist 81 ára gamal (Mynd: EPA)

2020-03-21 09:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski countrysangarin doyði í nátt ”friðarliga heima og av natúrligum orsøkum”. Tað skrivar BBC í morgun. Tíðindini um deyða Kenny Rogers koma frá familjulimum.

Rogers var í hæddini á popp og countryhittlistunum í 1970’unum og 80’unum við millum annað at vinna tríggjar Grammy virðislønir.

Hann verður serliga mintur fyri sína hásu rødd og sangirnar ”The Gambler”, ”Lucille” og ”Coward of the County”.

Hann skal einaferð hava sagt, at sangir hansara gjørdust so vælumtóktir, tí hann sang um tað, ið ”ein og hvør maður vildi siga, og ein og hvør kvinna vildi hoyra”.

Hann vaks upp í fátæksligum umstøðum í Houston í Texas. Eftir at hava verið forsangari í ymsum orkestrum, fór hann solo í 1976. BBC skrivar, at Kenny Rogers ongantíð var serliga vælumtóktur hjá ummælarum. Kortini gjørdist hann best vælumtókti sangari yvirhøvur sum sokallaður crossover-sangari á markamótinum millum popp og country.

Hann sang eisini saman við øðrum sangarum, so sum Dolly Parton, Dottie West, Ronnie Milsap og Willie Nelson.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Í 1977 vann hann sína fyrstu Grammy virðisløn sum besti countrysangari fyri sangin ”Lucille” og tvey ár seinni aftur fyri sangin ”The Gambler”. Triðju Grammy virðislønina vann hann í 1988 sum besta duo fyri ”Make No Mistakes She’s Mine”, sum hann sang saman við Ronnie Milsap. Harafturat vann hann hópin av virðislønum innan country-sjangruna.

Í 2007 varð hann upptikin í Country Music Hall of Fame og fekk eisini eina ”Lifetime Achievement”-virðisløn frá Country Music Association.

Umframt at vera sangari, hevði Kenny Rogers eisini viðgongd sum vinnulívsmaður, serliga innan ognarumsiting og matstovuvinnuna. Hann luttók í fleiri sjónvarpssendingum og filmum, og verður m.a. mintur fyri leiklutin sum rasarakoyrari í filminum ”Six Pack” frá 1982.

Kenny Rogers var giftur fimm ferðir og eftir hann sita fimm børn. 

Fyri nøkrum árum síðani vóru ítøkiligar ætlanir um at fáa Kenny Rogers til Føroyar at halda konsert, men tann ætlanin gjørdist av ongum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder