Innanlands

3.700 fleiri løntakarar seinastu fimm árini

Hagstovan boðar frá, at nógv tann størsti vøksturin er í byggivinnuni og hjá kommununum. Næstan fimti hvør av nýggju løntakarunum hevur útlendskan ríkisborgararætt

(Mynd: Hagstova Føroya)

(Mynd: Hagstova Føroya)

2020-03-25 07:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í desember 2019 var talið av løntakarum í Føroyum 28.060

Hagstovan boðar nú frá, at seinastu fimm árini er samlaði vøksturin 3.700.

Av teimum eru 2.000 mannfólk og 1.700 konufólk, og arbeiðsmarknaðurin gerst meira kynsbýttur, vísa tølini hjá Hagstovuni. 

[object Object]

Størsti vøksturin var í byggivinnuni við 847 og hjá kommunum við 678. Hagstovan býtir upp í 22 vinnugreinar. Av teimum starvast flest í kommununum - fleiri enn í heilsu- og almannaverkinum

[object Object]

670 av nýggju løntakarunum seinastu fimm árini hava annan ríkisborgaraskap enn føroyskan - tað er næstan fimti hvør. 

Eftir aldri var størsti vøkstur hjá teimum 25-40 ára gomlu. Eisini var stórur vøkstur hjá teim eldru yvir pensjónsaldur.

Fleiri talvur um hetta síggjast á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder