Innanlands

Stórur kakudagur á Landssjúkrahúsinum

Hetta fløvar í eini tíð, ið er merkt av nógvari óvissu fyri bæði sjúklingar og starvsfólk, sigur Landssjúkrahúsið

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2020-03-25 13:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun var bilurin hjá Mylnuni á Landssjúkrahúsinum við kaku til allar sjúklingar og starvsfólk.

- Hetta fløvar í eini tíð, ið er merkt av nógvari óvissu fyri bæði sjúklingar og starvsfólk, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni í dag.

Í hesum koronatíðum hevði bakaríið tikið serlig atlit til smittuvanda, og tí vóru køkurnar pakkaðar í smærri portiónir, og serlig mannagongd var gjørd fyri heintan av køkunum.

- Eisini hevði bakaríið hugsað um okkara sjúklingar við dialysu, sum ikki kunnu fáa eitt nú marsipan, og í staðin gjørt leskiliga rómakøku til teirra.

placeholder
placeholder