Innanlands

550 skrásett arbeiðsleys í morgun

250 orsaka av korona-støðuni

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-03-26 07:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinasta uppgerðin frá Arbeiðsloysisskipanini vísir, at tað í morgun vóru 550 føroyingar skrásettir sum arbeiðsleysir.

Harav vóru 300, sum fáa ”vanligan” arbeiðsloysisstuðul, hetta er ein øking upp á 22 síðan síðsta mánað.

Hartil var talið, sum hava fingið játtað lønarískoyti frá Als orsaka av korona-støðuni komið upp á 250 í morgun. 

 

placeholder
placeholder