Innanlands

Talið av smittaðum komið upp á 140

Átta persónar afturat smittaðir seinasta samdøgrið - 47 føroyingar eru staðfestir frískir

2020-03-26 07:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru nú í alt 140 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 2.859 kanningarúrslit.

Sostatt eru átta persónar afturat smittaðir seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. 

Uppgerðin vísir eisini, at nú eru í alt 47 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest corona-smittuna.

Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.

Báðir persónarnir, ið hava verið innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna, eru útskrivaðir. Sostatt er eingin innlagdur í løtuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder