Uttanlands

Finnland steingir høvuðsstaðin av

Øll privat ferðsla til og úr Helsingfors verður bannað í tríggjar vikur

Sanna Marin, finskur forsætisráðharri, kunnar um herdu tiltøkini (Skíggjamynd: Yle)

Sanna Marin, finskur forsætisráðharri, kunnar um herdu tiltøkini (Skíggjamynd: Yle)

2020-03-26 08:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Finska stjórnin upplýsti á tíðindafundi í gjárkvøldið, at ætlanin er at steingja alt økið kring høvuðsstaðin Helsingfors frá restini av landinum fyri at støðga spjaðingini av koronavirus.

Stórur partur av teimum gott 800 smittaðu í Finnlandi eru staðfest í Helsingfors.

Ferðabannið fær gildi so skjótt Ríkisdagurin hevur tikið undir við uppskotinum. Men væntandi verður bannið sett í verk í morgin, skrivar Ritzau.

Stongsulin av Nyland landslutinum fær gildi í tríggjar vikur fram til 19. apríl, sigur Sanna Marin, forsætisráðharri.

Hetta merkir, at øll ferðsla til og úr høvuðsstaðarøkinum støðgar hetta tíðarskeiðið.

Bert persónar við serliga góðari orsøk, sleppa undan stongslinum. Dømi um undantak er foreldur við samverurætti til egin børn.

Vinnukoyring er eisini undantikin.

Nýggjastu tølini frá finsku heilsumyndugleikunum vísa, at 880 eru smittað, men at roknað verður við at millum 11.000 og 15.500 fólk væntandi skulu innleggjast komandi mánaðirnar. Harav fara millum 3.600 og 5.000 fólk at fáa tørv á at verða løgd inn á intensiva deild.

Myndugleikarnir siga, at almenna talið av sjúkum neyvan svarar til veruleikan. Roknað verður við einum stórum sokallaðum myrkatali, skrivar Ritzau. 

placeholder
placeholder