Innanlands

Bakkafrost útsetur avgerðina um vinningsbýti

Orsaka av koronasmittuni tekur Bakkafrost uppskotið um útgjald av vinningsbýti fyri 2019 aftur. Korona hevur órávirka laksamarknaðin munandi

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-26 20:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Orsakað av óvissuni av áhaldandi COVID-19 alheimsfarsóttini hevur nevndin í Bakkafrost P/F í dag avgjørt at afturkalla uppskotið um útgjald av vinningsbýti fyri 2019.

Nevndin fer at leggja nýtt uppskot um útgjald av vinningsbýti fyri 2019 fram tann 25. august, tá ið úrslitini hjá Bakkafrost fyri fyrra hálvár verða løgd fram og óvissan orskað av COVID-19 væntandi er avhæsað nakað.

Tað sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi í kvøld.

- Seinastu vikurnar er COVID-19 alheimsfarsóttin farin um allan heim og hevur ávirkað laksamarknaðin munandi, órógvað sølu, veitingar og flutningsleiðir sum heild. Støðan broytist alsamt og skapar stórar óvissur, sum óivað fara at halda á enn eina tíð. Óvissa støðan hevur sannført nevndina og stjórnina á Bakkafrost um, at ábyrgdarfullast er yvir fyri partaeigarum, starvsfólki og samfelagnum at útseta avgerðina um útgjald av vinningsbýti fyri 2019.

- Týdningarmikið er at leggja dent á, at Bakkafrost hevur eina sterka fíggjarstøðu og góða atgongd til kapital. Í desember 2019 endurfíggjaði Bakkafrost bankalánini hjá samtakinum við einari fulltryggjaðari 5ára lánirammu við eitt bankasamtak, ið fevnir um Nordea, DnB og Rabobank. Nýggja lániramman er áljóðandi 352 mió evrur og 100 mió pund, umframt at Bakkafrost hevur møguleika at økja rammuna við 150 mió evrum. Við árslok 2019 var rentuberandi skuldin hjá Bakkafrost 1.019 mió kr., og tøki peningurin var áljóðandi 2.470 mió kr. (uttan gagnnýtslu av møguleikanum at økja rammuna). Solvensurin var 65% við árslok 2019.

- Avgerðin í dag at útseta uppskotið um útgjald av vinningsbýti fyri 2019 broytir ikki politikkin um vinningsbýti hjá Bakkafrost, at 30-50% av vinninginum fyri hvørt partabræv skal verða útgoldið sum vinningsbýti.

Ársaðalfundurin verður hildin 3. apríl 2020, sum áður fráboðað.

placeholder
placeholder